|
Send viðmerking ||
Aftur til kjakforum
Kommunulæknar...
Skrivað hevur K.O. tann 28/Apr/2008
Tekstur:
Hoyrdi á fundinum at summi høvdu ringar royndir við kommunulæknunum. Men eg má siga at tann eg havi hevur verið ógvuliga hjálpsamur og fittur. Tá eg fyrstu ferð fór til læknan, tí eg var so móð og ikki hevði tað gott, so sendi hann meg til blóðprøvar. Tá hugsaði ongin um stoffskiftið - men eg tók blóðprøvar fyri m.a. B-vitaminmangul. Eg var tá í stórum undirskotið av B-vitaminum og fekk eina sprøjtu um vikuna í 5 vikur. Men tá tað ikki hjálpti uppá troyttheitina - so fór hann hugsa um stoffskifti. Og tá vóru míni tøl ÒGVULIGA skeiv og eg bleiv sett í viðgerð beinanvegin. Eg havi gingið onkuntíð hvønn mánað - annars annahvønn mánað til blóðprøvar. So ikki allir læknanir eru líkaglaðir. 
Viðmerkingar til hetta evnið
|