|
Send viðmerking || Aftur til kjakforum Viðv: Ilt fyri bringuna
Tekstur: Óansæð - fær man ilt í bringuna ella kennir nakað verða øðrvísi, enn tað plagar at vera, so SKAL man fara til lækna. Læknin er til fyri tað sama. Nú er tað ongin sum sigur at tú ert hjartasjúk, men kvinnur og hjartasjúkur skal man taka rættiliga alvorligt. Tú skalt fara til lækna og biða hann kanna teg ordentliga, tað hevur man skyldu til. Tað at hava ilt í bringuni og ilt út í vinstra arm má og skal ein lækni kanna. Eg ynski tær alt tað besta og vóni at tú fer mánadagin til lækna. Blíðar heilsanir. Viðmerkingar til hetta evnið Eingin viðmerking komin enn |
Send viðmerking til hetta evnið