Stoffskifti kjakforum

Send viðmerking || Aftur til kjakforum


Viðv: Viðv: Eltroxin ( tær nýggju )

strika evni Skrivað hevur húsmóðirin tann 21/Apr/2009 viðmerking til Viðv: Eltroxin ( tær nýggju ) skrivað hevur sanna tann 21/Apr/2009

Tekstur:

ja, nú fór eg bara inn á her at hyggja, tí tað er so langt síðani, eg var inni á her. Og eg blaðaði ígjøgnum hetta innleggið, og tað fyrsta eg hugsaði var, at hesar tablettirnar kenni eg einki til....men so skilji eg allíkavæl, at tað eru tær við proppi á, sum er so ringur at fáa av. Eg helt eisini, tá eg fekk tær,at tað er bara nýggjur pakningur. Eg eri nokkso kløkk av tí sum eg havi lisið her, tí tá eg fekk hesar nýggju, fekk eg ONKI at vita um, at tað vóru nýggjar tablettir! Og heldur ikki nakra sum helst ávaring, ella nakað sum helst at vita, at hetta eru ikki líka tablettir sum áðrenn. Tað er for galið. Eg eri rættiliga forfard nú eg lesi her, at fleiri fáa bivirkningar av tablettunum. Eg havi ikki merkt nakað, eg eri stadigvæk rættiliga móð viðhvørt (ofta) ókonsentrerað, fái illa samlað meg leingi, men tað er onki nýtt. Sum heild havi eg tað rættiliga gott, og tølini eru stadigvæk ordiliga góð. So eg havi ikki hugsað um, at eg kann hava bivirkningar av hesum nýggju tablettunum. Hevur nøkur av tykkum tosað við kommunulækna???


Viðmerkingar til hetta evnið


Send viðmerking til hetta evnið

Navn:

Evni:


Tekstur:

Sniða skrift: Bold | Italic | Underlined
Sløkk sniðaðan tekst

Set smiley inn (Letur upp í nýggjum vindeygað)
Sløkk smileys