Stoffskifti kjakforum

Send viðmerking || Aftur til kjakforum


Pína í bróstinum

strika evni Skrivað hevur AJA tann 16/Jan/2009

Tekstur:

Veit ik um hetta er ein relevantur spurningur inni her. Men eg havi haft stóra pínu í fyrst vinstra so høgra brósti, í ½ ár nú. Eg havi verið til lækna og hann sendi meg víðari til mammografi. Har var onki at síggja. Eg var ikki til ultraljóð. 2 mánaðar seinni, var eg aftur til lækna, tí eg bleiv við at hava so ilt, og eg føli eisini onkran knút. Læknin kannaði meg skjótt, meðan eg stóð uppi og segði, at alt var heilt ok.
Eg segði so bara onki, tí eg vil ikki verða grenjut. (Eri uppvaksin í 70 unum og og havi alt ov stóra respekt fyri autoritetum)
Men eg føli absolut ik, at alt er ok. Eg havi haft ilt hvønn dag í minst ½ ár. Eg kann ik lata verða við at hugsa at okkurt er galið. Bróstkreft er eisini í familjuni.
Men so kom eg at hugsa uppá, um hendan pína, kann hava nakað at gera við stoffskiftið. Síðst eg var til blóðroynd, var stoffskiftið eitt sindur for høgt. (Eg havi annars ov lágt) havi haft tað í ca 10 ár. Ì løtuni takið eg 200 mg um dagin. Veit nakar nakað um hetta?


Viðmerkingar til hetta evnið


Send viðmerking til hetta evnið

Navn:

Evni:


Tekstur:

Sniða skrift: Bold | Italic | Underlined
Sløkk sniðaðan tekst

Set smiley inn (Letur upp í nýggjum vindeygað)
Sløkk smileys