|
Send viðmerking ||
Aftur til kjakforum
Viðv: Svar uppá blóðroyndirnar
Skrivað hevur Mamman tann 16/Jun/2008 viðmerking til Svar uppá blóðroyndirnar skrivað hevur Brynhild tann 16/Jun/2008
Tekstur:
Huf ja, eg havi einaferð bíða í 3-4 vikur uppá svar, hvørja ferð eg ringdi at spyrja, fekk eg at vita at prøvarnir vóru sendir niður og vóru ikki aftur komnir. Eg var aftur fyri 14 døgum síðan og tók nýggja blóðroynd (hesin bleiv ikki sendur niður), men enn havi eg onki svar fingið. Læknin forstóð ikki hví, tí eftur nýggju skipanini sær hann beinleiðis inn á hjá Laboratorium, og har var onki svar. Hann segði eisini fyri mær at hann stólaði ikki uppá at hann fekk svar uppá tann rætta prøvan (mín prøva), um hann ringdi til tey, so hann bað meg taka ein nýggjan prøva í hesi vikuni. So spurdi eg hann um eg ikki kundi taka ein prøva fyri B12 vitaminmangul eisini, tað var onki problem, men so mátti prøvin sendast niður, so gudviti nær eg nú fái svar. Er tað kanska møguligt, at tað er tí tit bíða so leingi ?? Men heilt erligt, so haldi eg man má fáa svar skjótari, annars kann man ikki brúka tað til nakað. Havi tað so lort fyri tíðina, sovi og sovi og føli meg so undarliga í høvdinum.Eg havi tað annars fínt eina tíð aftan á at tablettirnar blíva reguleraðar, men so byrjar tað omigen. So eg vóni at fáa svar skjótt.
Viðmerkingar til hetta evnið
|