Stoffskifti kjakforum

Send viðmerking || Aftur til kjakforum


Fingrar sum skrædna ?

strika evni Skrivað hevur Mamman tann 20/May/2008

Tekstur:

Hey ! Kom at hugsa um, um tit hava trupuleikar av at tummlarnir á bágum hendrunum skrædna, frá neglunum (snippurin) og niður eftir ?
Eg havi havt trupuleikar av tí í fleiri ár, tá tað hevur verið kalt kavi/frost, men nú eri eg um at blíva svøk av hesum. Eg havi alla tíðina sár á tummlunum,hvørja fer eitt sár er lekt, so byrjar eitt nýtt, eg má klippa neglirnar heilt inn og so bloyta fingrarnar og so klippa huðina á tummlunum rundan um neglina, so eg kann koma heilt niður til sárið, annars veksur tað ikki saman aftur, tí húðin er so hør, tað er so eymt og svíður so illa.
Eg toli ikki allar handsápir, so eg má passa uppá hvat eg vaski hendurnar í,ella hvat fyri sápu eg í heila tikið brúki at vaska í, annars fái eg eksem á hendurnar, eisini um eg brúki handskar. Eg havi prøva at brúkt ymiskt crem og handcrem, men onki hjálpur. Skal sigast at eg arb. á stovni, so eg vaski hendurnar ofta, men hevði eisini sama trupuleika tá eg hevði annað starv.
Ná, men hettar var bara ein tanki, um tit kendu nakað til tað, annars kann eg kanska útiloka at tað er ov lágt stoffskifti sum ger tað.


Viðmerkingar til hetta evnið


Send viðmerking til hetta evnið

Navn:

Evni:


Tekstur:

Sniða skrift: Bold | Italic | Underlined
Sløkk sniðaðan tekst

Set smiley inn (Letur upp í nýggjum vindeygað)
Sløkk smileys