Stoffskifti kjakforum

Send viðmerking || Aftur til kjakforum


Viðv: At fáa børn

strika evni Skrivað hevur Mamman tann 01/May/2008 viðmerking til At fáa børn skrivað hevur Blóman tann 01/May/2008

Tekstur:

Hey !
Eg eigi 3 vaksin børn í dag, men hevði ikki havt nemt við at blivið við barn. Fyrst gingu fleiri ár til eg fekk nakað, so gingu 8 ár til eg fekk tað næsta, men so gingu 4 mánaðir til eg var við barn aftur við nr. 3, men tað skal sigast at tá brúkti eg onki fyribyrgjandi har ímillum. Nú í eini 16 ár havi eg onki fyribyrgjandi tikið, men tað lukkaðist ongantíð at fáa fleiri børn.
Dugi ikki at siga hví, veit ikki um eg havi havt ov lágt stoffskifti í fleiri ár, men tað bleiv staðfest í fjørð.
So nú hugsi eg, um tað kann hava havt nakað við stoffskifti at gera longu tá, hevði ikki yvurskot til meir enn at passa børn og heim. Helt kanska at tað var tí eg hevði tvey so tøtt børn og eitt skúlabarn samstundis (fór ikki út at arb. fyrr enn tey vóru 10 og 11 ár), føldi meg altíð so troyttan og tað er bara versna við aldrinum, um ongin vakjur meg, so kann eg gott sova langt út á dagin, eg kann eisini sova mitt um dagin og álíkavæl sova alla náttina, ella eg sovni tíðliga um kvøldi, so sovi eg í 10-12 tímar.


Viðmerkingar til hetta evnið

    Eingin viðmerking komin enn


Send viðmerking til hetta evnið

Navn:

Evni:


Tekstur:

Sniða skrift: Bold | Italic | Underlined
Sløkk sniðaðan tekst

Set smiley inn (Letur upp í nýggjum vindeygað)
Sløkk smileys