Stoffskiftið og skjaldkertilin

Skjaldkertilin situr frammantil á hálsinum og hevur snið sum ein firvaldur. Á latíni verður hann nevndur thyreoidea. Hann vigar minni enn 25 gramm.

Skjaldkertilin framleiðir stoffskiftishormonini triiodthyronin, T3, og thyroxin, T4. TSH er eitt thyreoidea stimulerandi hormon frá hypofysuni, sum avger, hvussu nógv stoffskiftishormon, skjaldkertilin letur út.

Stoffskiftishormonini skapa orkuumsetningin í kroppinum, og tey eru lívsneyðug fyri øll menniskju. Virðini á hesum trimum hormonum verða kannað við eini blóðroynd, sum vísir, um stoffskiftið er normalt, ov høgt ella ov lágt.

Ov høgt stoffskifti
Verður eisini kallað hypertyreoidisma ella tyreotoksikosa. Er stoffskiftið ov høgt, er vanligt at hava nøkur av hesum sjúkueyðkennum:

  • títtan hjartasláttur
  • ristingar, serliga á hondunum
  • vøddapínu/-veikleika
  • missa vekt hóast størri matarlyst
  • órógv, fjáltur, angist
  • ring bindindi
  • møði
  • trupult at sova
  • sveitta, tola lítlan hita
  • broytingar í eygunum
  • leyst lív
  • ólag í mánasjúkuni
  • struma (størri skjaldkertil)

Ov lágt stoffskifti
Verður eisini kallað hypotyreosa, hypotyreoidisma ella myksødem. Er stoffskiftið ov lágt, er vanligt at hava nøkur av hesum sjúkueyðkennum:

  • veikan, seinan hjartasláttur
  • møði
  • vøddaveikleika
  • vera krillutur
  • taka uppá hóast minni matarlyst
  • tunglyndi
  • ringt minni
  • ring bindindi
  • tjykkri húð
  • harðan opning
  • hása og djúpa rødd
  • struma (størri skjaldkertil)
  • ógitnaðarføri/infertilitetur


Báðar sjúkurnar vísa seg so við og við í longri tíð. Men sjúkueyðkennini eru sera ymisk, og allir sjúklingar hava verri enn so øll sjúkueyðkennini. Samstundis eru hetta lutfalsliga almenn sjúkueyðkenni, og tann so líðandi menningin av sjúkunum ger, at vit ikki altíð gáa um, at talan kann vera um stoffskiftissjúku.

Serliga hjá eldri fólki verður ringt minni ofta mistikið fyri at vera tekin um elli heldur enn sjúku. Eisini “gamlir, royndir” stoff-skiftissjúklingar, ið kenna sjúkutekinini, geva sær heldur ikki altíð far um, at teirra stoffskifti broytist. Týðandi er at minnast til, at tað er lætt at kanna stoffskiftið við eini blóðroynd.

Thyreoidea knyklar
Knyklar í skjaldkertlinum eru ikki óvanligir, og viðgerð er við hvørt neyðug. Hetta eigur altíð at verða kannað, tí ein lítil vandi er fyri, at knyklarnir eru illkynjaðir. Krabbamein í skjaldkertlinum er tó sjáldsamt og kann í flestu førum verða viðgjørt við góðum úrsliti, um sjúkan verður staðføst nóg tíðliga.

Viðgerð
Ov høgt stoffskifti verður viðgjørt við heiliváginum Thycapsol ella PTU, ið fáa stoffskiftið at lækka. Í ávísum førum fáa sjúklingar við ov høgum stoffskifti tilboð um viðgerð av skjaldkertlinum við geislavirknum jodi ella skurðviðgerð. Ov lágt stoffskifti verður viðgjørt við tilevnaðum stoffskiftishormoni, heiliváginum Eltroxin.

Orsøk
Orsøkin til thyreoidea sjúkur er bæði ættarbregði og umhvørvi; men vit kenna ikki enn lutfallið millum hesi bæði. Umhvørvisatvoldir eru serliga royking og ov nógv ella lítil nýtsla av jodi. Harafturat tykist tað sum, at strongd og ávísar ígerðarsjúkur kunnu hava týdning. Nógv verður framvegis granskað til at finna røttu orsøkirnar til sjúkurnar.

Títtleiki
Stoffskiftissjúkur raka serliga ungar kvinnur og tær um miðjan aldur, og á leið 10% av øllum kvinnum fáa onkuntíð í lívinum struma ella annað stoffskiftisólag.

 
 
 
 
Stoffskiftisfelagið - Millum Gilja 111 - 188 Hoyvík - postur@stoffskifti.com