Fyrsti fundurin

Fyrsti fundurin

Vit í nevndini vóru heilt tiknar á bóli á okkara fyrsta, almenna fundi. Vit vóru bjartskygdar og væntaðu eini 40 til 50 fólk, men tað vóru heili 170 fólk, sum vóru komin frá nær og fjar. Vit harmast um, at vit ikki kundu bjóða øllum sess og ábitið, sum var aftaná - men tað verður betri næstu ferð, tí nú hava vit eina greiðari mynd, at "vit eru nógv fólk".

Fundurin byrjaði við at nevndin hvør í sínum lagi greiddi frá okkara arbeiði at fáa felag stovnað. Tað hevur tikið drúgva tíð, tí fleiri av limunum frá tíð til aðra, hava havt ólag á stoffskiftinum.

Vit eru nú eitt sokallað dótturfelag av Dansk Thyreoidea, tí tað ger tað hópin lættari fyri okkum at fáa felagið veruliga í gongd og gera nakað munagott. Síðani fekk Lis Larsen, forkvinna í Dansk Thyreoidea orðið. Hon greiddi frá ymiskum faktuellum um felagið og sjálva sjúkuna.

Síðani varð orðið frítt og komu sera nógvir spurningar, sum Lis eftir førimuni royndi at svara. Ongin ivi er hjá okkum at tað er alneyðugt at varpa enn meiri ljós á ymsu sjúkurnar í stoffskiftinum og arbeiða miðvíst at fáa eina konsulentskipan í lag - at fáa ein serlækna - endokrinolog - javnan at koma til Føroyar og hava viðtalu við hesar sjúklingar.

Næsti almennni fundur verður á Hotel Føroyum 24. juli, tá Leif Mosekilde fer at hava fyrilestur. Men vit fara at lýsa við tiltakinum, tá tíðin nærkast.

Vit í nevndini fara so inniliga at heita á okkara limir at koma við uppskotum og viðmerkingum - alt er vælkomið!

Stoffskiftisfelagið

Stoffskiftisfelagið varð stovnað í november 2006 við atliti til at veita upplýsing og stuðul til stoffskiftissjúklingar í Føroyum og teirra avvarðandi.

Ætlanin er at skipa fyri fyrilestrum og øðrum átøkum, so okkara sjúklingar kunnu fáa ta hjálp, teimum tørvar, eisini frá endokrinologi, ið er serlæknin innan hetta økið.

Felagið er stovnað sum felag undir danska felagnum Thyreoidea Landsforeningen. Danska felagið sendir sínum limum upplýsandi blað 4 ferðir um árið. Hetta blað senda vit eisini okkara limum í Føroyum.

Tú kanst tekna teg sum lim her á heimasíðuni. Limagjaldið er kr. 2oo,- árliga

 

 
 
 
 
Stoffskiftisfelagið - Millum Gilja 111 - 188 Hoyvík - postur@stoffskifti.com