Dimmalætting skrivar

Bert ein góðkendur heilivágur

Skrivað hevur: Georg L. Petersen
Mikudagur 14. oktober 2009, kl. 15.30, Dimma.fo
 
 
Lágt stoffskifti: Hóast tað er eitt ár síðan hjáárin av Eltroxin vórðu staðfest, so er eingin annar heilivágur á føroyska marknaðinum. Men eitt alternativ, Eythyrox, er á veg, og tað ber til umvegis landslæknan at fáa hendur á heiliváginum
 
- Inntil Eythyrox er marknaðarført í Danmark, má lækni søkja Landslæknan um serloyvi at brúka Eythyrox(R), og síðan gevur Landsapotekarin loyvi til at heilivágurin verður innfluttur til Føroyar, sigur Richard Schwartson frá Landsapotekaranum.
- Eingin lækni hevur enn vent sær til okkum og spurt um loyvi at fáa annan heilivág influttan fyri Eltroxin, verður sagt av skrivstovuni hjá Landslæknanum.
Eltroxin hevur verið einasti heilivágurin, sum í danska kongaríkinum hevur verið brúktir móti ov lágum stoffskifti. Og hann er tað enn.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa eitt annað slag av heilivági á apotekini at útflýggja, men tað hevur gingið rættiliga striltið.
- Eg havi tosað við Lægemiddelstyrelsen í morgun, og har siga tey, at Euthytox(R) er góðkent í Danmark, men tað er ikki marknaðarført enn. Tey kundu ikki siga nakað um nær tað verður, men væntandi verður tað ikki so leingi, sigur Richard Schwartson.

Broyttu heilivág uttan at siga frá
 
 Skrivað hevur: Georg L. Petersen
Mikudagur 14. oktober 2009, kl. 15.00, Dimma.fo

 
Stoffskifti: Í januar fekk Valborg Hjaltalin Jensen hjáárin av heiliváginum Eltroxin, sum hon tekur móti ov lágum stoffskifti. Men hon fekk ikki orsøkina staðfesta fyrr enn langt aftaná. Enn í dag má hon taka heilivágin, sum millum annað ger húðina so sára, at næstan einki kann koma at
 
- Í desember fekk eg nýggja heilivágin, uttan at eg visti nakað. Legði bara til merkis, at pakningurin var broyttur, og at tað ikki longur bar til at deila tablettirnar. Í januar merkti eg so hjáárin, sum hevur víst seg stava frá heiliváginum, sum varð broyttur, uttan at nøkur kunning fylgdi við.
Tað sigur Valborg Hjaltalin Jensen, sum hevur ov lágt stoffskifti.
Fyri hesar sjúklingar er bert ein heilivágur tøkur í danska, og harvið eisini føroyska, heilsuverkinum. Heilivágurin eitur Eltroxin. Fólk við ov høgum stoffskifti fáa annan heilivág.
Tað er heilivágsfyritøkan GlaxoSmithKlines, sum framleiðir Eltroxin, og hann hevur verið óbroyttur í nógv ár. Men í fjør broytti heilivágsfyritøkan upp á samansetingina í heiliváginum, uttan at boða nøkrum frá.
Ikki fyrr enn sjúklingar fóru at gera vart við trupulleikar raknaðu myndugleikar og heilivágsfyritøkan við.

Høgt og lágt stoffskifti

Skrivað hevur: Georg L. Petersen
Mikudagur 14. oktober 2009, kl. 08.52, Dimma.fo
 
Millum 600 og 900 føroyingar hava stoffskiftissjúku. Stoffskiftið kann antin vera og høgt ella ov lágt. Tað mest vanliga er at hava ov lágt stoffskifti. Blóðroynd kann staðfesta sjúkuna
 
Ov lágt stoffskifti
Ov lágt stoffskifti verður eisini rópt myxødem, hypotyreosa ella hypotyreoidisma. Tá ið skjaldkertilin ikki framleiðir nóg stórar nøgdir av stoffskiftishormonum, fáa vit ov lágt stoffskifti.
Tekin um sjúku koma ofta so líðandi, og viðhvørt gongur long tíð, áðrenn fólk verða greið um, at tey eru sjúk, m.a. av tí at verri enn so øll hava júst somu sjúkueyðkenni. Serliga hjá eldri fólki verða sjúkutekin av ov lágum stoffskifti ofta mistikin fyri at vera komin av elli.
Ov lágt stoffskifti ávirkar øll gøgn í kroppinum, og mest vanligu sjúkueyðkennini eru møði og kuldakensla. Eisini kunnu vera eitt ella fleiri av hesum eyðkennum: veikur og seinur hjartasláttur, vøddaveikleiki, lítil matarlystur, taka uppá, tunglyndi, ringt minni, ring bindindi, tjykkri húð, harður opningur, hás og djúp rødd, struma (størri skjaldkertil).
Ov lágt stoffskifti verður viðgjørt við Eltroxin-tablettum, sum er tilevnað T4-stoffskiftishormon. Hetta er eitt hormon, sum vanliga er í kroppinum.

Ov høgt stoffskifti
Ov høgt stoffskifti verður eisini nevnt hypertyreosa, thyreotoksikosa ella hyperthyreoidisma. Tá ið kroppurin framleiðir ov nógv stoffskiftishormon, fáa vit ov høgt stoffskifti. Ofta sæst eisini, at skjaldkertilin er vaksin nakað (struma).
Nógvar orsøkir kunnu vera til høga stoffskiftið, men sama hvør orsøkin til ov høgt stoffskifti er, so eru sjúkueyðkennini tey somu. Høga stoffskiftið ávirkar øll gøgn í kroppinum, og alt virksemið í kroppinum verður skjótari.
Mest vanligu sjúkutekin eru hesi: Fjáltur, angist, hjartaklapp, órógv, grátur av lítlum, ring bindindi, ristingar (serliga á hondunum), hitakensla, títtur hjartasláttur, meiri sveitti, vekttap (hóast sera góðan matarlyst), vøddapína, vøddamøði, leyst lív, óreglulig mánasjúka
Sjúkueyðkennini eru mong, og neyðugt er als ikki at hava øll omanfyri nevndu tekin fyri at hava ov høgt stoffskifti. Tað kann tí vera trupult at taka sjúkuavgerðina, men er illgruni um stoffskiftissjúku, er lætt at staðfesta hana við eini blóðroynd.
Trý sløg av heilivági fáast ímóti ov høgum stoffskifti: Propylthiuracil (PTU), Neomercanzol ella Thycapzol. Øll trý sløgini tálma framleiðsluni av stoffskiftishormonum. Orsøkirnar til ov høgt stoffskifti kenna vit ikki út í æsir enn, men bæði arvur og umhvørvi verða hildin at hava ávirkan.

 
 
 
 
Stoffskiftisfelagið - Millum Gilja 111 - 188 Hoyvík - postur@stoffskifti.com