Forsíða

Aðalfundur í Stoffskiftisfelagnum 2012
 
Lýst verður til aðalfund í felagnum, mikudagin 30. mai kl 20.00 í Sigmundarstovu á Hotel Tórshavn
 
Dagsskrá fyri aðalfundundin:
 
1.  Val av fundarstjóra
2.  Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári
3.  Framløga av grannskoðaðan ársroknskapi og fíggjarstøðu við árslok til góðkenningar
4.  Val av nevndarlimum
5.  Val av grannskoðara
6.  Ásetan av limagjaldi
7.  Innkomin uppskot
8.  Ymiskt
 
 
Í samband við aðalfundin, heldur Jóhanna Andreasen fyrlestur um ”at liva við einari kroniskari sjúku”. Jóhanna Andreasen er coach og sjúkrarøktarfrøðingur og eigur fyritøkuna ”Monday”.
 
Fyrilesturin verður á Hotel Tórshavn mikudagin 30 mai kl 19.00
 
Eftir fyrilesturin, ið er almennur, verður aðalfundurin hildin, og verður við hesum lýstur.

Kunningarfundur á Hotel Føroyum tann 19. oktober 2011

Tað møttu um 60 fólk upp til fundin, sum er væl minni enn tað vanliga plaga at verða til kunningarfundir hjá okkum. Óivað var veðrið orsøkin til vánaliga uppmøting, tí henda sama dag, var á fyrsta sinni frost og gler á vegnum.

Formaðurin bjóðaði vælkomin og presenteraði donsku gestirnar, Lis Larsen, formaður í Thyreoidea Landsforeningen í Danmark, og Steen Bonnema, yvirlækni á Endokrinologisk deild á Odense Universitetshospital.

Lis Larsen segði, at hetta var hennara 4. vitjan í Føroyum og kanska eisini seinastu ferð, tí hon nú eftir 15 ár, sum formaður fyri felagið, ikki ætlaði at stilla upp aftur.

Heiti á fyrilestrinum hjá Steen Bonnemas var: ‘Thyreoidea-sygdomme’. Steen Bonnema, hereftir SB, gjøgnumgekk væl og grundiga sjúkueyðkenni á og viðgerð av teimum ymsu stoffskiftissjúkunum. Tær nógvu og týdningarmiklu upplýsingarnar blivu væl undirbygdar og kunnaðar til luttakarnar við orðum, myndum og grafik frá power point framløguni hjá læknanum.

SB byrjaði við at fortelja, at ein skjoldbruskkertil normalt vigar 15-20 g. SB vísti á, at stoffskiftiskertilin er ein lítil kertil við sórari ávirkan, tí at allar kyknir í kroppinum verða ávirkaðar av stoffskiftinum. Man sigur, at tveir triðingar av øllum stoffskiftissjúkum eru arvaðar, og at kvinnur hava 4-5 ferðir størri møguleika fyri at fáa stoffskiftissjúku enn menn.

Frá ár 2000 hevur man í Danmark tilsett jod í salti fyri at bøta um trupuleikan við, at tað í Danmark eru so nógv fólk við ov høgum stoffskifti. Í Føroyum eru tað mótsatt, flest av okkum hava ov lágt stoffskifti.

SB vísti á kanningar í Ålborg og Keypmannahavn hava víst, at tað eru umleið 9% av fólkinum, sum hava stoffskiftissjúku, uttan at vita av hesum. At Grave’s sjúkan er tann sjúkan har stoffskifti blívur hægst, og at myxødem er tann mest útbreidda autoimmuna sjúkan. Tá immunsystemið reagerar móti nøkrum í okkum sjálvi, tá kallar man hetta ein autoimmun sjúka. Immunsystemið traðkar vanliga til fyri at berjast ímóti bakterium, virus, svamp og aðrar sjúkur.

SB fortaldi hvussu man eigur at kanna tær ymsu stoffskiftissjúkurnar. Man eigur altíð við mistanka um sjúkuna, at fáa mált TSH, sum er eitt hypofysehormon, sum kann samanberast við termostat í kroppinum. Normalumráðið fyri TSH er frá uml. 0,3 til 4,0. SB legði dent á, at tað helst skulu verða 3-5 vikur millum stoffskiftisblóðroyndir eftir ávirkan av medisin, tá royndir við stuttum millumrúmi vilja verða missvísandi, tí tað tekur umleið ein mánað, til úrslitið av medisini virkar, hetta er eisini galdandi tá skampturin broytist (dosisændring).

Eftir framløguna (kann takast niður her) hjá læknanum vóru tað mong ið fingu møguleikan fyri at tosa við læknan og við Lis um teirra sjúku.

Vit í føroyska felagnum vilja takka Lis mangar ferðir fyri hennara stóru hjálp, samstarv og stuðul vit fingu tá vit settu okkara felag á stovn.

Fyrilesturin 27. august 2010 við Hans Perrild
 
Hans Perrild, serlækni og leiðandi yvirlækni á Bispebjerg hospitali, helt fyrilestur tá Stoffskiftisfelagið skipaði fyri kunnandi fundi fríggjadagin 27. oktober á Hotel Føroyum.
 
Vit høvdu ikki nakað ávíst evni, tí vit hildu hesuferð tað verða eitt sindur ringt at taka eitt evni fram um onnur, tíðin er stutt og vit vónaðu at spurningarnar sum fundarluttakarnir settu á fundinum góvu myndina av hvat var áhugavert ella hvat fólk hava mest tørv á at hoyra um. Fyrst tók Hans Perrild saman um ov høgt - og ov lágt stoffskifti: Fyrilesturin kann takast niður her.

Síðani helt Hans fram við evninum: Húð, hár og negl - vit referara her hvat varð sagt, men leggja ikki myndirnar við, tað varð frámælt av Hans (tær kunnu ræða). Frásøgnin er á donskum: Les meira

Bivirkninger ved Eltroxin® - status juli 2010

Lægemiddelstyrelsen oplevede i 2009 en stigning i antallet af bivirkningsindberetninger på Eltroxin® efter at producenten ændrede på hjælpestofferne i Eltroxin®. Vi holder fortsat øje med udviklingen af indberetningerne. Les meira


Skandale om stofskiftemedicin

Tusindvis af patienter oplever kraftige bivirkninger efter en ny version af den kendte medicin, Eltroxin. I flere tilfælde har patienter mistet jobbet. Medicinen er livsvigtig for patienter med for lavt stofskifte, der styres af skjoldbruskkirtlen. les meira

Dimmalætting skrivar um stoffskifti

Hóast tað er eitt ár síðan hjáárin av Eltroxin vórðu staðfest, so er eingin annar heilivágur á føroyska marknaðinum. Men eitt alternativ, Eythyrox, er á veg, og tað ber til umvegis landslæknan at fáa hendur á heiliváginum les meira

Landsapotekarin Heri Mørkøre um "nýggja Eltroxin"

Bioekvivalens merkir um virkanin er tann sama milligramm fyri milligramm av aktivum evni. Í hesum føri eru tað hjálparevnini sum ávirka virkanina av virkna evninum levothyroxin, so at tað ikki hevur sama árin á hin einstaka sum áðrenn hjálparevnini í tablettunum vórðu broytt. les meira

Ov høgt stoffskifti

Ov høgt stoffskifti verður eisini nevnt hypertyreosa, thyreotoksikosa ella hyper-thyreoidisma. Tá ið kroppurin framleiðir ov nógv stoffskiftishormon, fáa vit ov høgt stoffskifti. Ofta sæst eisini, at  skjaldkertilin er vaksin nakað (struma). les meira

Ov lágt stoffskifti

Ov lágt stoffskifti verður eisini rópt myxødem, hypotyreosa ella hypotyreoidisma. Tá ið skjaldkertilin ikki framleiðir nóg stórar nøgdir av stoffskiftishormonum, fáa vit ov lágt stoffskifti. les meira

Stoffskiftið og skjaldkertilin

Skjaldkertilin situr frammantil á hálsinum og hevur snið sum ein firvaldur. Á latíni verður hann nevndur thyreoidea. Hann vigar minni enn 25 gramm. Skjaldkertilin framleiðir stoffskiftishormonini triiodthyronin, T3, og thyroxin, T4.  les meira

Når stofskiftet er på vågeblus

Træthed, kuldskærhed og vægtøgning er nogle af de mest almindelige symptomer ved for lavt stofskifte. Sygdommen rammer mange ældre kvinder og behandles med kunstigt stof-skiftehormon. les meira

TSH virðir

Det Thyreoidea stimulerende hormon, forkortet kaldet TSH vil være forhøjet ved lavt stofskifte og lavt ved forhøjet stofskifte og er markør for stofskiftet.  les meira

 
 
 
 
Stoffskiftisfelagið - Millum Gilja 111 - 188 Hoyvík - postur@stoffskifti.com